Norsku firðirnir ?kóka? við makreli

Royndi útróðrarmaðurin í Noregi, Per Arne Johansen, hevur ongantíð áður upplivað, at so nógvur makrelur hevur staðið inni á norsku firðunum ?Akkurat nå består fjorden av femti prosent vann og femti prosent makrell. Det er helt ekstremt...?

Soleiðis tekur norski útróðrarmaðurin, Per Arne Johansen úr Fredrikstad, til í samrøðu við NRK.

Hann sigur, at hann ongantíð áður í síni drúgvu tíð sum fiskimaður hevur upplivað so nógvan makrel inni á norsku firðunum og fram við strendrunum.

Per Arne tekur til, at í løtuni er líka nógvur makrelur inni á firðunum sum sjógvur.

- Eg kundi í minsta lagi fingið 200 pund um tíman, sigur hann brosandi við norska útvarpið.

Royndi útróðrarmaðurin hevur áður verið formaður í Oslofjordens Fiskerlag, og hann hevur verið vinnuligur útróðrarmaður í skjótt 40 ár.

Nú skulu vit bara vóna, at nógvi makrelurin inni á norsku firðunum sum frá líður eisini kemur at síggjast aftur hjá føroysku nótaskipunum, tá tann tíðin kemur.