Norskt tangaskip álopið í Reyða Havinum

- Skipið er rakt aftarliga í bakborðsíðu, men vit vita í løtuni lítið um hendingina, sigur Øystein Elgan við norskar miðlar.

Sambært útlendskum miðlum í morgun er tangaskipið, M/V Swan Atlantic, sum eitt norskt felag, Inventor Chemical Tankers, eigur, álopið í Reyða Havinum.

 

Reuters veit at siga, at hendingin fór fram í einum øki har suðuri í Reyða Havinum, sum Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen hevur eftirlitið við. 

 

- Skipið er rakt av einum luti ella objekti. Alt er sett í verk, sum skal setast í verk. Í løtuni hava vit onga skaðafrágreiðing ella myndir, men eingin av manningini hevur fingið løstir.

 

Tað sigur Øystein Elgan, dagligur leiðari hjá Inventor Chemical Tankers, við norskar miðlar í morgun. Hann vísir á, at manningin telur 22, umframt trý vápnað vaktarfólk, sum eru við skipinum. 

 

- Skipið er rakt aftarliga í bakborðsíðu, men vit vita í løtuni lítið um hendingina, sigur Øystein Elgan við norska miðilin www.E24.no

 

##med2##

 

Amerikanska herskipið USS Carney hevur svarað neyðarkallinum, sum M/V Swan Atlantic hevur sent út og er nú á veg móti skipinum.

 

Seinastu tíðina hevur Houthi-uppreistrarrørslan í Jemen framt fleiri álop á sivilu skipaferðsluna í Reyða Havinum.

 

Leygardagin boðaði stóra danska reiðaríið Mærsk frá, at felagið hevur steðgað allari siging við teirra bingjuskipum í Reyða Havinum.

 

Fleiri onnur reiðarí hava gjørt tað sama. Siglingarleiðin um Reyða Havið er annars sera týdningarmikil fyri skipaferðsluna og heimshandilin.

 

Ein stórur partur av skipaferðsluni millum Evropa og Asia gongur hendavegin, og nú arbeiða fleiri lond við spurninginum, hvussu skipaferðslan her kann tryggjast.

 

 

 

USS Carney