Norska veitingarskipið, Skandi Vinland, er ávegis á leiðina í ein landsynning úr Ný Foundlandi, har serbygdi kavbáturin við fimm fólkum umborð hvarv sunnudagin.
Trý ferðafólk og manning, sum taldi tveir, eru við kavbátinum. Lutfalsliga stutt eftir, at ferðin niður til vrakið av Titanic varð byrjað, misti móðurskipið sambandið við kavbátin.
Hetta hendi sum nevnt sunnudagin, men higartil er einki hoyrt aftur frá manningini.
Stórt leitingarvirksemi er á leiðini, bæði í luftini, omaná sjónum og í havinum.
Nú hava tey, sum skipa fyri leitingarátakinum, eisini heitt á norska reiðaríið DOF, sum eigur veitingarskipið, Scandi Vinland, um hjálp.
Sambært tíðindastovuni NTB fór Skandi Vinland úr havnarbýnum, St. John’s í Ný Foundlandi hin 19. juni.
Nú boðini um hjálp í leitingarátakinum komu, var skipið úti, og teir hava sett kós móti leiðini, har Titanic hevur ligið við havsins botn í meira enn 110 ár.
Tað eru nakrir hundrað fjórðingar úr St. John's í Ný Foundlandi og suður á leiðirnar, har kavbáturin hvarv sunnudagin.
Sagt verður um norska veitingarskipið, at tað hevur 55 bátar umborð, sum sigla omaná sjónum og 70 undirvatnsfør, sum kunnu fara niður í sjógvin.
##med2##
Sambært NTB var tað bretska ávísin, Daily Mail, sum fyrst bar tíðindini um, at norska veitingarskipið er boðsent at taka lut í leitingini.
Vrakið av Titanic liggur á 3.800 metra dýpi, og tað er ikki bara sum at siga tað at loysa bjargingaruppgávur í so djúpum sjógvi.
Royndin at finna kavbátin og bjarga manningini á lívi er eisini ein rættilig kapprenning við tíðina, tí kavbáturin hevur bara ilt til í mesta lagi 98 tímar.