Norska línuskipið Stålholm hevði ikki stúvað fiskin av dekkinum, sum reglurnar siga, og tað kostaði skiparanum 50.000 krónur í bót Tá menn av sjóverjuskipinum Hvidbjørnen fóru umborð á norska línubátin Stålholm úr Ålesund gjáramorgunin, staðfestu teir, at skipið hevði ikki stúvað fiskin av dekkinum á lógligan hátt sambært kunngerð nr. 47 frá 9. apríl 2006, grein seks, stk. eitt og tvey.
Tað er strangliga álagt øllum skipum um at halda seg til hesa kunngerð, tí tað er á hendan hátt, at hann, sum hevur ábyrgdina at kanna veiðuna, kann meta um, hvussu stór veiðan er og hvat slag av fiski, talan er um, sigur Marinustøðin.
Norski skiparin fekk at vita, at hann hevði brotið kunngerðina, og hann fekk ákærurit um eina sektaruppskoti, sum var 50.000 krónur. Harafturat skuldi skipið gevast at fiska og fara úr føroyskum sjógvi beinenvegin.
Norski skiparin játtaði seg sekan og tók við bótini.