Norskt farmaskip sokkið

Norska bjargingartænastan og fleiri skip leita eftir skiparanum á einum litlum farmaskipi, sum sakk úti fyri Haugesund stutt fyri midnátt í gjárkvøldið. Løgreglan leitar uppi á landi. Tveir aðrir menn, sum vóru við skipinum, eru bjargaðir og hava tað eftir umstøðunum gott.

Allir tríggir menninir eru úr Póllandi.

Bjargingartænastan sigur, at tað var nógvur vindur og ringur sjógvur, tá vanlukka hendi.

Farmaskipið, sum æt Finnøy Glimt, var 48 metrar langt og bleiv fyri tað mesta brúkt til at sigla við skervi. Ryfylke Shipping átti skipað. Finnøy Glimt sigldi á land bæði í 2007 og í 2009.