Hesaferð er málbólkurin tey meira tilkomnu, tó so, fleiri ung dáma eisini hetta slagi av tónleiki.
Trond Erics bleiv stovnaður í 1984 og hevur síðani ment seg til ein av bestu sokallaðu dans-bandunum í Norðurlondum, skrivar Fjarðafestivalurin.
Í 2005 gav bólkurin út fløguna Perleporten, og er tað hendan fløgan sum er orsøkin til, at Fjarðafestivalurin hevur bjóðað teimum hendanvegin.
Á fløguni eru kend løg sum vera sungin í ymisku samkomunum og verður hetta óivað eitt gott høvi at syngja við .
Trond Erics hava verið í Føroyum áður, sambært Wikipedia, var bólkurin í 1989 á 14 daga konsertferð í Føroyum. Trond Erics hava eisini á annan hátt vakt ans í Føroyum, í 1987 gav bólkurin út bandið Farvel Marita. Tittullagið á bandinum er síðan umsett til føroyskt, og hevur hittað stórt tvær ferðir, fyrst á bandinum hjá Jóannes & co., ið somuleiðis gjørdi ein vissan hr. Kim Hansen til eina kenda rødd í føroyskum útvarpi. Tá Kim í fjør gav sína Alt fløgu út, var hetta lagið sjálvandi eisini á henni, og gjørdist enn einaferð eitt giga hitt.
Trond Erics hava verið sera nógv spældir í sendingini "Hvat Nú" í Útvarpinum og so sjálvandi í ”Upp á Tá” sum sendingin eitur nú. Elis Poulsen, ið um nakar kann kallast føroyski dans band kongurin, hevur fleiri ferðir gjørt samrøður við teir. Og tað fer hann væntandi aftur at gera tá, Trond Erics spæla á Dansbandfestivalinum í Sel í Gulbrandsdalinum 11. juli. Elis sigur, at hann ætlar at gera eina samrøðu við bólkin, og senda hesa í ”Upp á Tá” fríggjakvøldið 13. juli, ið verður send beinleiðis úr Sel. Elis sendur eisini ”Upp á Tá” beinleiðis úr Noregi longu 6. juli av dansbandfestivalinum í Selfjord. Hvør sendingin er ein tíma. Tað er lítil ivi um, at vit í sendingini 13. juli sleppa at frætta nakrar av tankunum, ið Trond Erics hava gjørt sær, nú leiðin gongur aftur til Føroya.
Við at seta Trond Erics á skránna vísir Fjarðafestivalurin at hann er ein festivalur, ið fevnir víða.









