Norskir ungdómar sleppa at royna seg í fiskiskapi

Í vikuni kundu tey, sum hava teknað seg til ungdomsfiskiskap í Noregi, byrja at fiska, veit norska fiskivinnuumstingin at siga.

 

Eina slíka skipan hava vit ikki í Føroyum, men í Noregi verður gjørt burtur úr, at ungdómar millum 12 og 25 ár kunnu søkja um at gerast partur av skipanini. 

 

Norska fiskivinnuumsitingin sigur, at higartil hava 378 ungdómar teknað seg til skipanina við ungdómsfiskiskapi, og væntandi er, at fleiri koma aftrat.

 

- Talið av tilmeldaðum hevur verið veksandi seinastu árini - úr 526 í 2020 uppí 767 í 2023. Tølini vísa eisini, at tað eru fleiri gentur, sum nú tekna seg til skipanina.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at skipanin við ungdómsfiskiskapi gevur ungum í aldrinum 12 til 25 ár møguleikan at reka fiskiskap í summarfrítíðini.

 

- Tey, sum eru við í skipanini, kunnu fiska í mesta lagi 50.000 norskar krónur. Skipanin er galdandi fyri alt landið - frá og við 17. juni til og við 16. august í ár.

 

Politiski viljin í Noregi er, at ungdómar skulu hava høvi at royna seg í fiskiveiði sum so aftur kann føra til, at fleiri fara at velja fiskiskap sum yrki.

 

- Tað eru eisini kommunalar skipanir, ið hjálpa ungdómum at royna seg í fiskiveiði, veit www.kystmagasinet.no at siga.

 

Spurningurin er so, um hetta er ein skipan, sum føroyskir myndugleikar kundu umhugsað - fyri at vekja áhugan hjá okkara ungdómi at velja fiskivinnuna.