Eftir teirri seinastu uppgerðini umsitur oljugrunnurin næstan 3.100 milliardir norskar krónur, og tað hevur við sær, at grunnurin er vorðin størri enn tann almenni oljugrunnurin hjá Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað hevur amerikanski granskingarbólkurin Monitor Group roknað seg fram til, skrivar Dagens Næringsliv.
Abu Dhabi Investment Authority, sum oljugrunnurin hjá emiratunum eitur, hevur gjørt nakrar heldur óhepnar íløgur í seinastuni. Samstundis er tað almenna har farið at brúka meiri av oljupengunum, og tí kann grunnurin ikki halda tørn ímóti tí norska longur, sigur granskingarbólkurin.
Norski fíggjarmálaráðharrin, Sigbjørn Johnsen, er sjálvandi fegin um, at norski oljugrunnurin er vorðin tann størsti almenni grunnurin í heiminum, hóast tað ikki er eitt mál í sjálvum sær, sigur hann.
-Tess størri grunnurin er, tess meiri pengar hava vit til góð endamál á fíggjarlógini. Mítt mál er, at oljugrunnurin skal vera heimsins best røkti grunnur, sigur fíggjarmálaráðharrin við Dagens Næringsliv.