Í fjør forvann almenni, norski oljugrunnurin 185 mia. norskar krónur burtur úr sínum parta- og virðisbrøvum.
Men gleðin av tí góða avkastinum gjørdist stokkut. Fellandi virðið á amerikanska dollaranum og bretska pundinum mótvegis norsku krónuni hevur gjørt, at allur vinningurin í fjør er etin upp av kurstapi, skrivar Finansavisen. Bara tann seinasta mánaðin er dollarin fallin 5,2 prosent og bretska pundið 5,5 prosent, og tað hevur kostað oljugrunninum heilar 67 mia. norskar krónur, skrivar blaðið.
Av virðisbrøvunum hjá oljugrunninum eru 39 prosent í evrum, 32 prosent í amerikonskum dollarum og 13 prosent í bretskum pundum.