Vitjan
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Helga Pedersen, sum er norskur fiskimálaráðharri, hava fundast í tveimum umførum á stuttu almennu vitjanini hjá henni í Føroyum. (Sí aðra grein í Sosialinum).
Helga kom saman við trimum embætisfólkum úr Noregi til Føroya mánadagin, og seinnapartin hendan dagin var politiskt prát millum fiskimálaráðharrarnar á Hotel Hafnia.
Um kvøldið var døgurði á Hotel Føroyum.
Í Norðoyggjum
Í gjáramorgunin bar leiðin í bili úr Havn til Klaksvíkar, og haðani í báti út í Kalsoynna, haðani Bjørn Kalsø hevur sínar røtur og sleit sínar barnaskógvar.
Í Syðradali vitjaði Helga, sum er uppvaksin í Finnmørkini, í barnaheiminum hjá Bjørn. Foreldur hennara eru seyðabóndur, og tá ið Bjørn sjálvur hevur sínar røtur í bóndaskapi, høvdu tey nógv annað enn dagsins politikk at práta um.
Av Syðradali fór fylgið í bili norður til Trøllanesar, og ávegis norður eftir oynni sá norski fiskimálaráðharrin allar bygdirnar í Kalsoynni.
Um middagsleitið í gjár sessaðist fylgið við døgurðaborð á Húsum, og tíðliga seinnapartin varð skipað fyri gongutúri av Syðradali, har vitjað eisini varð við minnisvarðan yvir teir, sum fórust á havinum.
Klokkan 15 í gjár høvdu fiskimálaráðharrarnir fund í Lykkishúsi á Syðradali.
Langur dagur
Eftir at fylgið aftur var komið til Klaksvíkar, varð vitjað á Kósini, og klokkan 19.30 varð borðreitt við døgurða.
Klokkan var 22 týskvøldið, áðrenn Helga og Bjørn við sínum embætisfólkum fóru úr Klaksvík og aftur til Havnar.
Í morgun hevur norski fiskimálaráðharrin vitjað á Fiskirannsóknarstovuni og síðan á Listasavni Føroya, har tíðindafundur var klokkan 11.30.
Sosialurin var við á tíðindafundinum, men stundir vóru ikki at fáa tað, sum fram kom á hesum fundi, við í blaðið í dag.
Klokkan 12 var døgurði á Hotel Hafnia, og klokkan 13 fóru norsku gestirnir av aftur hotellinum og vestur í Vágar, haðani tey løgdu leiðina um hav eystur aftur til Noregs.