Norski búskapurin er hóttur

Stóra ríkidømið hjá Noregi hevur rurað norðmenn í svøvn, heldur tíðindastovan Reuters, sum hevur greinað norska búskapin.

Norðmenn eiga ovurhonds stórt oljuríkidømi og ein oljufond, sum stendur til at bresta við umleið 4.000 milliardum krónum, men gongdin í búskapinum er órógvandi, heldur Reuters.

Norðmenn arbeiða minni, framleiðslan er fallandi, lønirnar eru í topp, og prísirnir á vørum og tænastum eru eisini sera høgir.

Síðani 2000 er lønarlagið í Noregi hækkað við 63 prosentum. Tað er seks ferðir meira enn í Týsklandi og Svøríki. Samstundis arbeiða alt fleiri norðmenn niðursetta tíð. Nógvastaðni er eisini mangul á arbeiðsorku – eitt nú í oljuvinnuni – og ein greining hjá norsku stjórnini sigur, at um fýra ár fer Noreg at mangla 6.000 verkfrøðingar.

Norski fíggjarmálaráðharrin óttast eisini gongdina, og hann segði herfyri, at norðmenn verða noyddir at arbeiða meira, ella mugu komandi ættarlið velja ímillum minni vælferð ella hægri skattir.