Norska TV2 sigur seg vita, at Viking fer í holt við eina størri útreinsing og at Jóan Símun Edmundsson er ein av teimum. TV2 skrivar, at Bristol Rovers, sum hevur Rógva Baldvinsson í hópinum, vilja hava toftamannin.
Tað hevur ikki gingið sum Jóan Símun vónandi, tá hann skifti til Viking. Hann skifti lívið í Newcastle út við Viking Stavanger við vón um at fáa royndir á fyrsta liðnum. Hann nærkaðist so smátt besta liðnum, men so fekk Åge Hareide sekkin.
Nýggi venjarin hevur ikki víst Jóan Símuni álit og nú er upp á tal at Jóan Símun skal útleigast ella møguliga seljast, sambært norska TV2.
«Bristol Rovers eru sinnaðir leiga ella keypa Jóan Símun Edmundsson, skrivar heimasíðan hjá TV2.no.
Heimasíðan sendir eisini fleiri av hinum ungu leikarunum til onnur feløg.