Tey, sum eru fyri norskum llimaskapi í ES, vilja hava stjórnina at taka sama stig sum íslendingar. Tey, sum harafturímóti eru ímóti, at Noreg skal fera upp í ES, halda uppá, at møguligur íslendskur limaskapur hevur avmarklaða ávirkan á Noreg og norsk viðurskifti. Ta uppfatanina hevur norska stjórnin eftir øllum at døma ikki. Í hvussu er fer stjórnin at kanna, hvørjar avleiðingar íslendskur ES-limaskapur kann fáa fyri Noreg og EBS-sáttmálan.
-Vit noyðast at tosa um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri Noreg, um Ísland verður limur í ES, sigur Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, við tíðindastovuna NTB.
-Hin spurningurin er, hvørjar avleiðingar møguligur íslendskur ES-limaskapur fær á EBS-sáttmálan. Vit mugu greina tey viðurskiftini og tosa við ES um tað, sigur uttanríkisráðharrin.
Jonas Gahr Støre væntar ikki, at íslendska ES-umsóknin fer at ávirka ES-politikkin hjá stjórnini fyrr enn í næsta valskeiði.
Ein meiningakanning í Noregi hevur víst, at 85 prosent halda ikki, at íslendskur ES-limaskapur hevur nakra ávirkan á norsk viðurskifti.










