ST hevur givið Noregi viðhald í kravinum um landgrunnarættindi uttan fyri 200 fjórðinga amrkið Avgerðin hjá ST-havrættarnevndini ber í sær, at norska havøøkið veksur 250.000 ferkilometrar, skrivar Aftenposten.
Talan er um eitt øki í Barentshavinum, eitt øki norðan fyri Svalbard og ein part av teirri sokallaðu Smoguni.
Hóast støðutakanina hjá havrættarnevndini eru viðurskiftini í Barentshavinum ikki avgreidd, tí Noreg og Russland eru ikki á einum máli um, hvussu økið skal býtast millum londini.