Norski heystarfiskiskapurin eftir makreli er byrjaður av álvara, og teir seinastu dagarnar hava skipini havt gott fiskarí einar 70 - 80 fjórðingar vestur úr Stadt. Tað er góður makrelur, tey fáa.
Fyrradagin landaðu skipini tilsamans góð 9.000 tons til virkir heilt frá Egersund norður til Vardø, og nakað varð eisini landað í Lerwick í Hetlandi. Heimasíðan hjá sildasølufelagnum skrivar, at skipini hava fingið einar 7,40 norskar krónur í meðal fyri kilo.
Norska makrelkvotan er 180.000 tons, og higartil hava skipini fiskað góð 50.000 tons, verður sagt.