Hópferðavinna við ferðamannaskipum fer at gera umdømi hjá Noreg veikari, og íbúgvar í býum, sum ferðafólk av ferðamannaskipunum vitja, fáa eitt verri lív.
Soleiðis ljóðar ávaringin frá stóra norska landsfelagnum NHO Reiseliv, sum varðar av áhugamálum hjá millum annað virkjum innan fyri júst ferðamannavinnu og frítíðarlív.
– Vit hava ein trupulleika við hópferðavinnu á einstøkum støðum einstakar tíðir av árinum, og tann trupulleikin er stórt sæð knýttur at ferðamannaskipum, sigur stjórin í NHO, Kirstin Krohn Devold, í norsa TV2 í kvøld.
Hon heldur, at hóperðavinna fer at gera umdømið hjá norsku býnum verri. Hon óttast støður sum í Venesia í Italia og Barcelona í Spania.
Har er fólkið á staðnum rættiliga troytt av ov nógvum ferðafólkum, sum fylla nógv, slíta upp á infrakervið og broyta umhvørvið á staðnum.
Hugtakið hópferðavinna lýsir ferðamál, sum við hvørt eru pakkað so tætt við ferðafólkum, at lívsgóðskan hjá fólkinum á staðnum lækkar – og ferðafólkini fáa eina verri ferðauppliving.
Harumframt, sigur NHO-stjórin, leggja ferðafólk við hesum skipum ikki nóg nógvar pengar eftir seg í Noreg.
– Onnur, sum eru komandi koyrandi langvegisfrá fyri at búgva í eina viku á gistingarhúsi, leggja nógvar pengar eftir seg. Men tey sleppa ikki framat fyri ferðafólkum við ferðamannaskipum, sigur Devold.
Seinastu sjey árini er talið av ferðafólkum við ferðamannaskipum, sum fara í land í norskum havnum, økt við næstan 1,5 millión fólkum, ella gott 56 prosent.
Sambært Cruise Norway verður mett, at fýra milliónir ferðafólk við ferðamannaskipum vitja í Noreg í ár.
Best dámdu havnirar hjá hesum ferðamannaskipum eru Bergen, Geiranger, Stavanger, Ålesund, Flåm, Romsdalsfjorden, Tromsø, Nordfjord, Nordkapp og Oslo.
/ritzau/