Norrøna karmur um stórt familjutiltak.

Sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni hava tosað saman og sett tiltak á skrá, nú Norrøna liggur á Vági seinnapartin sunnudagin.

Sunnudagin 9.februar er Norrøna karmur um eitt stórt familjutiltak. 

 


Tað eru sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni, ið hava tosað saman og sett tiltak á skrá, nú Norrøna liggur á Vági seinnapartin sunnudagin. 

 


Við barnakórið, spurngarkapping, nógvum og løttum sangi og einum teksti, ið hóskar seg til børn og vaksin, eru øll hjartaliga vælkomin til eitt spennandi og gott felagstiltak fyri alla oynna. 
Tað verður byrja kl 14.00 og hildi á til kl 15.00, tá ið so møguleiki verður at hyggja runt umborð, spæla, práta saman og eisini fáa sær ein køkubita við saft, te ella kaffi. 

 


Tiltakið heldur á til kl 16.00 og vóna sunnudagsskúlaleiðararnir, at nógv børn, ung, vaksin og gomul leita sær ein túr umborð - til ein jaligan og glaðan boðskap, ígjøgnum tekst, framførðslu og sang, siga stigtakararnir.