Við Fairytale hjá Alexander Rybak smurdi Norra øll hini 24 londini í Eurovision 2009 ? ella Grand Prix, sum føroyingar vanliga kalla evropisku sangkappingina. Noreg fekk 387, meðan Ísland á øðrum plássi fekk 218 atkvøður
- Eg komi heim í morgin klokkan 11. Tey, ið vilja hitta meg, eru vælkomin í Gardemoen tá, segði ein fegin Alexander Rybak úr Olympia Stadium í Moska beint eftir at hann hevði vunnið Eurovision 2009 í kvøld.
Og tað verða kanska fleiri norðmenn, sum fara at njóta sjálvan tjóðardagin, 17. mai, til at feira, at Noreg aftur hevur vunnið altjóða tónleikakappingina.
Danmark kláraði seg einki serligt, tí Brinck endaði á 13. plássi við sanginum »Believe Again«. Ekstrablaðið viðmerkir, at trúfastir stuðlar hjá Danmark sum Svøríki og Finnland góvu Danmark eitt stórt, runt nulltal, hóast Brinck hevði sína higartil bestu framførslu av sanginum.
Men Noreg legði seg á odda beinanvegin ? og fyrsta landið, sum atkvøddi, Spania, gav Noreg 12 stig. Danmark gav eisini Noreg 12 stig, meðan Noreg gav Danmark 8 stig.
Men Danmark kann kortini fegnast um at hava vunnið seg tvey pláss upp eftir listanum, tí Simon Mathews endaði á fimtanda plássi í fjør við sanginum »All Night Long«.
Tá øll tey 42 londini vóru liðug at atkvøða í Eurovison 2009 kappingini í Moskva í kvøld - ella nátt, sum tað var í Moskva, endaði tað við, at Noreg vann við 387 atkvøðum. Ísland gjørdist nummar tvey við 218, meðan Azerbajan endaði á triða plássi við 207 atkvøðum.
Umboðið fyri Ísland var tann í Føroyum so væl kenda Jóhanna Guðrun, sum fleiri ferðir hevur sungið saman við Brandi Enni á konsertum og á fløgu.
Alexander Rybak er føddur í Minsk í Hvítaruslandi13. mai í 1986









