Norski forsætisráðharrin Erna Solberg kunngjørdi í gjár nýggju stjórnini, ið skal standa á odda fyri Norra næstu fýra árini, eftir at tað í heyst eydnaðist bláa blokkinum at endurvinna meirilutan á norska tjóðartingsvalinum.
Talan er ikki um tær stóru broytingarnar í stjórnini. Erna Solberg, ið er leiðari fyri Høyre, heldur fram sum forsætisráðharri, meðan Siv Jensen, ið er leiðari fyri Fremskritspartiet, heldur fram sum fíggjarmálaráðharri. Tað eru teir báðir flokkarnir, ið skipa stjórn.
Avloysarin hjá Børge Brende, ið áðrenn valið boðaði frá, at hann hevði takkað ja til sessin sum forseti í World Economic Forum, og tískil ikki helt fram sum norskur uttanríkisráðharri, er Ine Marie Eriksen Søreide, ið var verjumálaraðharri í undanfarnu stjórn. Hon verður harvið fyrsti norski kvinnuligi forsætisráðharrin. Undan henni hava tretivu mannfólk verið uttanríkisráðharrar.
Merkisvert er, at nú Ine Marie Eriksen Søreide tekur við sum uttanríkisráðharri, so eru teir tríggir sessirnir, ið verða mettir at hava størstan týdning í norskum politikki, allir mannaðir av kvinnum. Tað er aldrin áður hent í Norra, skrivar NRK.
Erna Solberg brúkti eisini høvi at nevna nógvu kvinnuligu ráðharrarnar, tá hon kunngjørdi nýggja stjórnina, men vísti á, at hóast tað aldrin er hent áður í Norra, so hava onnur lond verið í somu støðu.
- Filipsoyggjarnar hava havt ein kvinnuligan forsætisráðharra, fíggjarmálaráðharra og uttanríkisráðharra. Vit hava eisini funnið fimm dagar í søguni hjá Liberia, umframt Sveis. Vit eru ikki fyrsta landið í verðini, men hetta er týdningarmikið fyri norsku søgubøkurnar, segði Erna Solberg, sambært NRK.