2016 gjørdist árið, tá skandinavisku londini aftur setti í verk marknaðarforðingar. Svøríki, Danmark og Norra hava nevniliga øll sett tiltøk í verk, ið skulu forða fyri fría ferðing tvørturum teirra landamørk.
Í fyrstu atløgu var talan um fyribils loysnir, men nú fimm mánaðir eftir, at Svøríki sum tað fyrsta landið, setti í verk marknaðareftirlit, so hevur Norra enn einaferð valt at leingja um teirra eftirlit. Tað boðar norski staturin frá í dag.
- Fyribils eftirlitið í innara Schengenmarkinum er longt. Tað merkir, at persónar, ið koma við bátum frá Danmark, Svøríki og Týskland verða framhaldandi kannað fram til 11. juni 2016. Marknaðareftirlitið verður longt við atliti til alment skil og innanhýsis trygd.
Anders Anundsen, norskur ráðharri í løgfrøði- og tilbúgvingarmálum, upplýsir, at tað enn eru nógv flóttafólk í Schengen-økinum, ið møguliva vilja sleppa til Noregs. Tí hevur staturin valt at leingja um eftirlitið.