Norrøna við at fyllast páskatúrarnar

Áhugin fyri páskaferðunum hjá Norrønu er sera stórur, og á Smyril Line verður upplýst, at skipið er við at fyllast.

Smyril Line hevur aftur í ár lagt seg eftir at bjóða føroyskum familjum pakkaferðir til Danland frítíðarmiðdeplarnar, og hetta hevur víst seg at geva úrslit.
 
Sera stórur vøkstur
Hendrik Egholm, marknaðarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at tað hevur gingið serstakliga væl við pakkaferðunum á páskum.
- Vit hava tveir túrar, sum vit rópa fyri páskatúrar, og tann fyrri av teimum, sum er av Havnini 6. apríl, er næstan fullur, meðan tað er eitt sindur betur pláss á túrinum, sum er eina viku seinni. Í fjør gekk einki serligt við páskatúrunum, men í ár hevur tað gingnið avbera væl, so vøksturin er sera stórur, sigur Hendrik Egholm, sum væntar, at túrarnir skjótt fara at verða útseldir.
Royndirnar hjá Smyril Line vísa, at føroyskar barnafamiljan dámar sera væl at ferðast á tann hátt, at farið verður við bili til Danmarkar, har gist verður á frítíðarmiðdepli við alskyns hentleikum, og hetta slagið av ferðum vinnur støðugt fram, verður upplýst hjá Smyril Line.