NORRØNA, sum hevur verið í dokk í Týsklandi, har m.a. nýggir stabilisatorar eru settir í skipið, kom til Hantsholm á middegi í dag.
Kl. 17 seinnapartin í dag loysti Norrøna úr Hantsholm og setti kós móti Føroyum, væntandi verður Norrøna á Havnini sunnukvøldið kl. 22:30.
Norrøna verður liggjandi á Havnini til hósdagin 29. januar, tá farið verður minicruise til Bergen fyri seinastu ferð. Norröna kemur til Bergen dagin eftir. Gist verður tvær nætur á Thon Hotel Bergen Brygge miðskeiðis í býnum. Sunnudagin verður kós sett aftur til Føroyar, Norrøna kemur aftur á Havnina mánamorgunin 2. februar um 5-tíðina.
Seinnapartin mánadagin fer Norrøna aftur í regluliga sigling - kl. 14 mánadagin stevnir Norrøna til Seyðisfjarðar.










