Tá ið toran seinasta leygarkvøld leikaði í av tí ringasta, mistu fólk í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði internetsambandið hjá Føroya Tele, og sjónvarpssignalið reyk eisini.
Norrøna sløkti
Men tað er ikki bara toran, sum megnar at gera seg inn á netið hjá ymisku veitarunum.
Tað megnaði nýggja Norrøna eisini, tá ið hon varð løgd við bryggjuna á Bacalao nakað eftir skaðan, hon fekk, tá ið hon fór á land.
Tá ið skipið varð lagt til eystaru bryggju, hendi tað, at internetsambandið hjá eitt nú Føroya Kolvetni, sum heldur til á Bryggjubakka, fór.
Veitari hjá Føroya Kolvetni er Teletech.
Birgir W. Høgnesen, sum starvast hjá Teletech, sigur, at Føroya Kolvetni misti netið, tí sambandið hjá Teletech niðan undir Varða í Havn bleiv burtur, tá ið Norrøna kom at liggja við vestaru bryggju.
Fluttu antennuna
- So skjótt, vit funnu út av, hvør trupulleikin var, fluttu vit antennuna, og alt varð í lagi aftur, sigur Birgir W. Høgnesen.