Suðuroyarsiglingin
Strandferðslan fer nú at gera avtalu við Smyril Line um at leiga Norrønu til at røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk.
Væntandi verður Smyril ikki í dokk í meiri enn tríggjar dagar og ætlanin er at leiga Norrønu til suðuroyarsiglingina ío tríggjar dagar.
Byrjað verður longu mánadagin og á Internetinum sigur Strandferðslan, at Norrøna siglur væntandi fyrsta túrin av Havnini, suður á Tvøroyri mánadagin kl. 12.
Seinastu tíðina hevur tað verið rættiliga trupult hjá Strandferðsluni at fáa kabalina at ganga upp.
Á ymsum farleiðum hevur rutusamsbandið verið óregluligt við tað, at ferjur og skip skulu í dokk. Í hesum sambandi hevur dokkingararbeiðið uppá Dúgvuna verið nógv meira umfatandi orsaka av einum størri motorskaða.
Strandferðslan leigaði tí eina avloysararferju frá Estlandi fyri Dúgvuna. Ætlanin var, at tá ið Dúgvan var afturkomin, skuldi hon setast í sigling um Suðuroyarfjørð, meðan Smyril er í dokk.
? Trupulleikin at seta ferjuna í sigling um Suðuroyarfjørð er, at Estlendska ferjan hevur ikki møguleika á dekkinum at surra lastvognar, og talan er um eitt umfatandi arbeiðið at sveisa festir í akfarsdekkið.
? Tí hevur Strandferðslan kannað aðrar loysnir fyri Suðuroyarfarleiðina og fara í staðin at gera avtalu við Smyril Line um at leiga Norrønu í 3 dagar. Hetta hevur við sær, at Scania kann fara avstað aftur úr Føroyum longu tann 9. mei, tá Dúgvan verður liðug.
Norrøna fer at sigla so vítt gjørligt eftir galdandi ferðaætlan, sum er lýst undir Broytingum. Fyrsti túrurin hjá Norrønu verður av Havini, mánadagin 7. mei, kl. 12:00 og seinastu túrurin av Tvøroyri, hósdagin 10. mei, kl. 06:00.
Strandferðslan roknar við, at tá ið mei mánaði er farin afturum, kemur siglingin á ymsu farleiðunum í eina tryggari legu og at ferjur og skip eru vónandi eftir dokkingarnar væl fyri at fara undir øktu siglingina í summar.