Norrøna seinkað úr Føroyum

Norrøna, sum sambært ferðaætlanini skuldi fara úr Føroyum til Hirtshals í morginári, hevur útsett fráferðina til mánamorgunin kl. 9:00.

 

Norrøna, ið er í dokk í Munkebo í Odense, kemur seinni til Føroya enn ætlað, og tí er fráferðin úr Føroyum seinkað. Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line sigur, at orsøkin er, at umvælingararbeiðið gjørdist drúgvari enn væntað.

 

Tey umleið 150 fólkini, sum skuldu við Norrønu úr Føroyum í morginári, fingu í gjár boð um, at fráferðin er útsett til mánadagin.  Stjórin í Smyril Line sigur, at tey hava tosað við øll ferðafólkini og roynt at funnið loysnir, sum passa tí einstaka ferðafólkinum best.

 

Tey, sum avlýsa ferðina, fáa ferðaseðilin endurgoldnan, sigur Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line.