Hon skuldu av røttum lagt at klokkan seks á morgni og fara av avstað aftur einar tveir tímar sienni. Nú leggur hon væntandi frá bryggju klokkan trý seinnapartin, ella tá skipið er klárt at fara.
? Orsøkin til hesa seinking er tað sera vánaliga veðrið, sum vit hava havt seinastu dagarnar, sigur Áki Jespersen á Smyril Line.
Hann sigur, at seinkingin eisini stendst av, at tað onkuntíð hevur gingið heldur striltið at fáa fólk og farm til høldar umborð.
Nú óskil er komið í ferðaætlanina hjá skipinum, vænta tey á Smyril Line, at siglt verður aftur eftir røttu ferðaætlanini einaferð í næstu viku. Norrøna hevur nakað at geva av á næsta túrinum til Danmarkar, men øll tann mista tíðin verður ikki tikin innaftur á hesum túrinum.