Norröna legði ikki at í Suðuroynni

Veðrið var ikki til vildar hjá Norrönu at fara inn á Tvøroyri eftir fiski á veg til Danmarkar

Ætlanin var, at Norröna á veg til Danmarkar hóskvøldið, skuldi leggja inn á Tvøroyri eftir fiski, ið ikki var sloppin av oynni við Smyrli vegna arbeiðssteðgin. Vanligt er, at Smyril siglir fiskin til Havnar hóskvøld, har hann verður umskipaður umborð á Norrönu, ið síðani siglir hann til Danmarkar.

Men suðuroyingar sluppu ikki av við fiskin hóskvøldið, tí veðrið var so mikið vánaligt, at skiparin á Norrönu hættaði sær ikki inn á Tvøroyri við hesum stóra skipi.