Hesa næstu tíðina fer Norrøna ikki at sigla við ferðafólki. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Hann sigur, at eisini tey í Smyril Line ætla at taka ábyrgd á seg og gera sítt til at forða fyri, at corona-smittan breiðir seg.
Samstundis hava myndugleikarnir eisini mælt til, at flutningsfeløg taka stig til at avmarka smittuna, men kravt verður ikki, at gevast at sigla.
Men á Smyril Line hava tey tikið tað avgerð at gevast at sigla við ferðafólki hesar báðar næstu vikurnar.
Tað merkir, at bara tey ferðafólk, sum eru komin til Føroya, sleppa heim aftur, og teir føroyingarnir, sum eru farnir uttanlands, sleppa eisini heimaftur.
Men tey skulu greiða frá um, tey hava verið í einum vandaøki, um tey hava havt samband við smittað fólk og so verðru fepurin eisini tikin av teimum, tá ið tey koma umborð.
Og gevur nakað av hesum útslag, sleppa heldur ikki tey við, sigur stjórin.
Men annars sleppa onnur ferðafólk ikki við Norrønu hesar báðar næstu vikurnar og tað merkir, at nøkur hundrað fólk, sum hava keypt sær ferðaseðil, mugu avlýsa ferðina.
Kannað verður nú eftir, hvørja ferðatryggingar tey hava og í hvønn mun tey skulu hava ferðaseðilin endurgoldnan frá Smyril Line.
Men annars fer Norrøna at sigla sum vanligt við farmi fyri at tryggja, at vit ikki koma í vørutrot í Føroyum.
Men Rúni Vang Poulsen vísir á, at tey fylgja væl við støðuni, og broytast tilmælini, verða tey eisini tikin til eftirtektar.