Norröna avlýsir íslandstúr

- Vit sigla upp á Ísland um veturin sum veður og vindur er til, og í hesum førinum missa vit farmin úr Íslandi, men eingi ferðafólk eru í klemmu, sigur Rúni Vang Poulsen. Norröna siglir ikki túrin upp til Íslands hesa vikuna. Orsøkin er ring veðurlíkindi.

- Hann sigur storm alla vikuna og serliga norðan fyri Føroyar. Tí hava vit gjørt av ikki at sigla upp á Ísland hesa vikuna, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

Hann sigur, at tey selja ikki ferðaseðlar til ferðafólk framman undan, men byrja at selja, tá greitt er, at siglt verður.

- Tí eru heldur eingin ferðafólk í klemmu orsakað av avlýsingini. Hinvegin missa vit farmin úr Íslandi, og tað eru vit sera hørm um, sigur Rúni Vang Poulsen.