Norrøn gudalæran gav íblástur

- Okkum dámar væl at lesa um ævintýr og hetjur. Hartil hoyra sjálvsagt eisini tær norrønu søgurnar, sagnirnar og gudalæran. Og tað er hagani, vit hava hava funnið fram til tey bæði nøvnini til dóttrina. Tað siga Gisleyg E. Hansen og Jóannes J. Østerø, ið eru foreldur at 1 ára gomlu Emblu Rán

Navn: Embla Rán Egilstrøð Østerø , 1 ár
Foreldur: Gisleyg E. Hansen og Jóannes J. Østerø
Bústaður: Hvítanes



- Tað eru so nógvir mátar at velja nøvn til síni børn. Navnið fylgjur barninum alt lívið, so tað er at velja rætt.
Tað sigur Gisleyg E. Hansen, um serstaka navnið hjá dóttrini, Emblu Rán. Bæði Embla Rán og hini bæði børnini hjá teimum hava nøvn, ið stava frá norrønu gudalæruni.
- Vit hava valt norrøn nøvn til okkara børn, millum annað fyri at varðveita ta søgu, sum vit eiga. Hesi nøvnini er mangan serstøk, og vit halda, sum foreldur flest, at júst okkara børn eru serstøk. Tað liggur okkum nær, at geva børninum nøvn, hvørs týðing børnini sjálvi kunnu hugsa um og hava gleði av, tá tey blíva vaksin, greiðir Gisleyg E. Hansen frá.

Týdningurin umráðandi
Fyri foreldrini at Emblu Rán er tað umráðandi fyri valið av barnanavni, at navnið hevur onkran ávísan týdning.
- Vit valdu júst hesi nøvn, tí vit halda, at tey eru vøkur og hava góða týðing. Embla var fyrsta kvinnan í norrønu gudalæruni og merkir í stuttum “Lív”. Óðin og brøður hansara Vilji og Ve funnu tvey rekapetti, og úr teimum evnaðu teir tey fyrstu menniskjuni - Embla og Askur. Rán er kona havgudin Ægir, og hon savnar teir sjólátnu í netinum hjá sær. Navnið Rán kemur av navnorðinum ræna, tað merkir “vit, skil og skynsemi”, og av lýsingarorðinum rænn, sum merkir “djarvur”, sigur Gisleyg E. Hansen.
Hugskotið til navnið Rán fingu tey av miðlingasoninum, ið eitur Ægir.
- Í norrønu gudalæruni er Rán kona Ægir. Vit hugdu so at nøvnum úr føroyingasøguni, - okkurt sum vit kundu binda til hin beiggjan, Beinir. Satt at siga vóru fleiri vøkur nøvn, men einki sum orduligani fangaði. So fóru vit aftur til tey norrønu, og funnu navnið Embla. Vit høvdu bæði hoyrt navnið fyrr og hildu at tað hóskaði dóttir okkara ógvuliga væl.

Vóru ósamd
Tá navnið til dóttrina skuldi veljast, vóru Gisleyg og Jóannes ikki heilt samd, og onnur møgulig nøvn vóru eisini uppi at venda.
- Vit tosaðu leingi um tvey onnur nøvn, sum vit bæði hvør í sínum lagi høvdu valt. Vit tosaðu um at kalla dóttrina hesi bæði nøvnini, men vit vóru ikki heilt samd. Tað hevði eisini verið eitt flott navn, men vit vóru bæði eitt sindur ivasom um navnið, sum “hin” hevði valt, líka sum vit bæði hildu, at navnið, sum vit sjálvi høvdu valt, var tað betra, fortelur Gisleyg E. Hansen.
Tí vóru tey noydd til so at siga byrja av nýggjum og hesaferð meira semjusøkjandi.
- Tá blivu vit skjótt samd um, at dóttirin skuldi eita Rán. Fyri ikki at taka allan táttin uppaftur við hinum nøvnunum vit høvdu tosað um frammanundan, valdu vit eitt triðja navn afturat Rán, og tað bleiv Embla.

Reaktiónirnar eru ymiskar
Tá Gisleyg og Jóannes fortelja øðrum fólkum um navnið hjá dóttrini, eru reaktiónirnar rættiliga ymiskar.
- Summi siga wauuw og halda, at tað er eitt flott navn, og vit síggja á teimum, at tey veruliga meina tað. Onnur standa eina løtu, og vit síggja, hvussu tað melur innanfyri. Nógv spyrja ofta uppaftur, tá tey hoyra navnið fyrstu ferð. Ella standa tey bara við einum løgnum eygnabrái og siga einki, sigur Gisleyg E. Hansen og leggur afturat, at tey vistu, at tey fóru at fáa viðmerkingar frá fólki, tá tey valdu nøvnini Embla Rán.
- Men tað var ikki soleiðis, at vit gjørdu okkum ómak at velja eitt navn, sum vit væntaðu, eingin skilti. Vit vistu, at navnið Rán fór at elva til eitt sindur av høvuðbrýggi, men vit vóru vís í, at øll fólk kendu navnið Embla. Tað hava vit síðani funnið út av, at so er ikki. Tí hava vit ofta staðið og forklárað og stavað bæði nøvnini, og ikki minst sagt við fólk, at tað er EMBLA, og ikki sum barnabókin BEMBLA.