Noregsferjurnar liggja fyri veður

Ferjurnar, sum sigla millum Hirtshals og Suðurnoreg, hava avlýst ferðirnar í morgun fyri veður. Eitt nú hevur Color Line avlýst fráferðina úr Kristiansand í morgun og túrin úr Hirtshals á middegi. Color Line noyddist eisini at avlýsa eina fráferð úr Hirtshals í gjárkvøldið.

Fjord Line hevur avlýst sína ferð úr Kristiansand til Hirtshals í morgun og ferðina úr Hirtshals, og ferðirnar millum Hirtshals, Bergen og Stavanger eru seinkaðar av veðrinum.

Smyril Line avlýsti ikki, men skiparin á Norrønu valdi at fara til Esbjerg ístaðin fyri Hanstholm, tí veðrið hevur ikki so stóra ávirkan á atkomumøguleikarnar í Esbjerg.

Norrøna var í Esbjerg í gjár og er nú á veg aftur til Føroya.