Í Noregi hótta teir við at fara í verkfall

Molde er framvegis í toppinum, og Jákup Mikkelsen bíðar framvegis á beinkinum eftir at fáa møguleikan

NOREG

Meðan fótbóltsfóðrið á sjónvarpsskíggjanum kanska er meiri enn gott er, verður tað spælt av lívsins kreftum í føroysku landskappingini, og tað sama er galdandi í Íslandi og Noregi. Undanfarin ár hava vit gjørt burturúr íslendsku kappingini, men nú eru eingir føroyingar har yviri. Tí er føroyski áhugin ikki tann, sum hann hevur verið undanfarin ár.
Í Noregi er umboðanin eisini nógv minni, enn hon hevur verið. Jákup Mikkelsen er einasti føroyingurin í norskum fótbólti, og hann spælir lítið og einki á besta liðnum. Eddie Gustafsson, sum ivaleyst heldur hevði viljað verið við Svøríki í HM endaspælinum, er sannførandi millum stólparnar hjá Molde, og tað er harmuligt hjá Jákupi Mikkelsen, sum fyri tveimum árum síðani, tá Herfølge vann danska meistaraskapin, væl og virðiliga vísti, hvør dugur er í honum.

Verkfall
Í Noregi verður annars nógv tosað um, at fótbóltsspælararnir hótta við at fara í verkfall. Teir halda stutt sagt, at umstøðurnar hjá fótbóltsspælarunum eru ikki nóg góðar. Hvøki tá tað snýr seg um løn, ella tá tað snýr seg um arbeiðsumstøðurnar.
Semingsmaður er komin uppí samráðingarnar millum spælarafelagið og arbeiðsgevararnar. Fundur verður mikudagin í komandi viku. Um tað ikki eydnast at finna eina semju, so verður verkfall 23. juni.
Tað eru kortini ikki allir spælararnir, sum eru á veg í verkfall. 251 av spælarunum í bestu og næstbestu deildunum eru skrásettir hjá spælarafelagnum. Tað verður mett at eina staðni millum hálvt annað hundrað og tvey hundrað spælarar ikki eru limir. Millum hesar eru spælararnir í Rosenborg. Teir ásanna, at teirra umstøður eru so mikið góðar, at teir ikki kunnu fara í verkfall. Har er altso eingin solidaritetur.

Molde í toppinum
Sunnudagin var Molde á útivølli ímóti Bodø/Glimt, og tað gekk sum eftir ánni. Eddie Gustafsson helt tætt, og síðstu minuttirnar skoraðu liðfelagarnir tvey mál. Molde kom á odda, tá tað restaðu ellivu minuttir. Lítla løtu seinni misnýttu teir brotsspark, men tá tað restaðu tríggir minuttir øktu teir og staðfestu harvið 2?0 sigurin.
Molde er næstfremst. Ovast í tippuliguni er Lyn, sum hesa ferð bara megnaði 1?1 í lokauppgerðini í Bergen ímóti Brann.
Rosenborg og Lillestrøm hava saman við Molde verið roknað sum bestu boðini upp á NM. Men tað hevur ikki gingið so væl hjá avbjóðarunum, sum tað hevur gjørt hjá Molde.
Leygarkvøldið var Lillestrøm á útivølli ímóti Sogndal, og tað gekk sera væl hjá fyrrverandi føroyska felagnum. Sogndal vann 5?2.
Rosenborg var sunnudagin á útivølli ímóti Stabæk, og tað gekk ikki meiri enn passaligt hjá teimum úr Tróndheimi, tí úrslitið var málleysur javnleikur.
Odd Grenland er triðja liðið, sum er í toppinum saman við Molde og Lyn. Hesa ferð høvdu teir í Skien vitjan av Viking úr Stavanger, og heimaliðið vann 2?0.