Noreg tikið russiskan trolara við Svalbard

Norska vaktartænastan tók fyrrapartin í dag nýggja russiska trolaran, Nikolai Afanasjev, í Svalbard-økinum Norska vaktartænastan sigur, at veiðidagbókin hjá russiska trolaranum var ikki rætt førd.

Sum skilst, eru tey á fiskivinnuskrivstovuni í Moskva ikki serliga fegin um tøkuna av Nikolai Afanasjev.

- Noreg heldur ivaleyst, at hesi økir hoyra undir norskt búskaparligt øki. Hetta stríðir ímóti París-sáttmálanum frá 1920. Hvørki Rusland ella nakað annað land í heiminum hevur góðkent hesar leiðir sum norskt búskaparligar, sigur kunningarleiðarin á fiskivinnuskrivstovuni í Moskva, Aleksander Saveljov.

Tað er sjónvarpsrásin Vesti, sum ber hesi tíðindi.