Vaktarhald
Norska vaktartænastan tók í gjár nýggja russiska trolaran, Nikolai Afanasjev, í Svalbard-økinum. Vaktartænastan sigur, at veiðidagbókin hjá russiska trolaranum var ikki rætt førd. Sum skilst, eru tey á fiskivinnuskrivstovuni í Moskva ikki serliga fegin um tøkuna av Nikolai Afanasjev.
Ósemja
- Noreg heldur ivaleyst, at hesi økir hoyra undir norskt búskaparligt øki. Men hetta stríðir ímóti París-sáttmálanum frá 1920. Hvørki Rusland ella nakað annað land í heiminum hevur góðkent hesar leiðir sum norskt búskaparligar, sigur kunningarleiðarin á fiskivinnuskrivstovuni í Moskva, Aleksander Saveljov.
Tað er sjónvarpsrásin Vesti, sum ber hesi tíðindi.