Noreg styðjar Zoellick

Norska stjórnin hevur gjørt av at taka undir við, at amerikanarin Robert Zoellick verður næsti stjórin í Heimsbankanum. Robert Zoellick er í løtuni á einari rundferð í sambandi við, at hann er í uppskoti til stjórastarvið. Í gjár var hann í Oslo, har hann hitti fleiri ráðharrar, og aftan á fundin segði Erik Solheim, menningarmálaráðharri, at Noreg styðjar Zoellick sum stjóraevni. Ráðharrin legði tó afturat, at Noreg heldur tað ikki vera rætt, at stjórin í Heimsbankanum altíð er amerikanari, soleiðis sum siðvenjan er.