Noreg: Stórhandlar avlýsa Black Friday

- Vit hava avlýst Black Friday og fara heldur at hava eitt tiltak, vit rópa Black Week, sum gongur um alla vikuna.

 

Langar bíðirøðir, stúvstappaðir handlar og fólk, sum renna kapp eftir teimum bestu tilboðunum. Soleiðis kenna mong ársins størsta dag til handils, Black Friday, sum eisini verður hildin her í Føroyum. Men, samstundis sum hesin dagurin nærkast, dragast nógv lond kring um okkum við veksandi smittutøl.

Tí spyr norski miðilin - MinMote - hvat verður av hesum degi í ár, og miðilin hevur eisini skift orð við størstu handilsketurnar í landinum um tiltakið.

- Vit hava avlýst Black Friday og fara heldur at hava eitt tiltak, vit rópa, Black Week, sigur Per Kristian Trøen hjá Strømmen Storsenter, sum liggur stutt uttan fyri norska høvuðsstaðin, Oslo. Tey vilja nevniliga tryggja viðskiftafólki tey góðu tilboðini gjøgnum eina heila viku - og ikki bara sjálvan Black Friday.

Per Kristian Trøen sigur, at tað, tey vilja, er at spjaða handilin - og ikki smittuna - og tískil kunnu tey ikki hava tíma-tilboð, sum tey rópa tað.

Í Sandvika Storsenter plaga tey at hava tað, tey rópa "løb & køp" og tímatilboð, men soleiðis verður tað ikki í ár. - Vit hava verið noydd at hugsa heilt øðrvísi um okkara marknaðarátøk til tess at ansa eftir trygd og smittuverju fyri okkara viðskiftafólk og starvsfólk, sigur Kathrine Ingerø.

MinMote vita at siga, at Black Week er ikki nýtt fyribrigdi, men hevur verið brúkt av fleiri handilsketum í fleiri ár.

- Høvuðsboðskapurin í ár verður tryggur handil við áminning um smittuverjureglur. Okkara handlar fara at hava tilboð, men marknaðarføringin av tilboðunum verður ikki eins stór og áður, sigur Daniel Sellevoll í handilsfyritøkuni, Citycon.

Hann vísir á, at Black Friday er ein týdningarmikil søludagur fyri viðskiftafólk og handlarnar hjá fyritøkuni. - Men, í ár hava vit fokus á smittuverjureglur, samstundis sum handlarnir hava opið og kappast um viðskiftafólkini, sigur Daniel Sellevoll í Citycon.

Per Kristian Trøen hjá Strømmen Storsenter sigur, at tey í samráð við kommunuyvirlæknan í Lillestrøm longu í summar byrjaðu at tilrættaleggja, hvussu Black Week skal skipast.

- Hetta hevur verið avbjóðandi, og eg dugi ikki at meta um, hvussu hetta fer at rigga. Higartil hava vit verið noydd at broytt ætlaninar fleiri ferðir, sigur Per Kristian Trøen, sum vísir á, at nethandilin er ein møguleiki, samstundis sum hann sigur seg vóna, at viðskiftafólk eisini fara at koma á gátt í vikuni, sum tiltakið verður. 

Per Kristian Trøen heldur, at um viðskiftafólk ynskja at hava fysiskar handlar í framtíðini, verður neyðugt at handla fysiskt í handlunum - og ikki bara á netinum.

Tú mælir viðskiftafólk til at koma í handlarnar, sjálvt um fólk fleiri staðni í landinum eru biðin um at halda seg mest møguligt heima?

- Eg mæli fólk til at koma í handlarnar, soleiðis at handlarnar fáa umsetning og kunnu yvirliva. Tað er týdningarmikið at tryggja tann umsetningin, sum ber til, samstundis sum vit í best møguligan mun tryggja smittuverjuna, sigur Per Kristian Trøen hjá Strømmen Storsenter.