Noreg vann 30-27 á Eysturríki, aftaná at hava verið á odda 15-12 í steðginum.
Håvard Tvedten var rættiliga óður um tað harða eysturríkska spælið, og segði við norska TV2, at eysturríkarnir sluppu ov lætt við sínum harða spæli.
Norski málverjin, Steinar Ege stóð ein rimmar dyst, og í fyrra hálvleiki bjargaði hann 50 prosent av teimum eysturríksku royndunum.
Eysturríki var á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist norðmonnum at rista skelkin av sær, og at leggja seg trý mál fram um.
Eysturríki helt á at stríðast í seinna hálvleiki, og størsti munurin millum liðini
Steinar Ege tók fleiri brotskøst, og tað gjørdist tá saman um kom rættiliga avgerandi fyri, at Noreg fekk sigurin í hús.