Noreg og Svøríki liggja væl fyri

Svøríki kundi tryggja sær EM-luttøkuna í gjárakvøldið. Olof Mellberg hjá Aston Villa legði Svøríki á odda 1-0 longu í 15. minutti. Men í 72. minutti javnaði Lafferty fyri Norðurírland. Svøríki liggur kortini 6 stig frammanfyri NorðurÍrland og Danmark, sum vann 3-1 á Lettlandi. Svøríki skal ein túr til Spania 17. november. 21. november hava teir heimadyst ímóti Íslandi. So svenskarar hava øll kort á hondini. Eydnan var við norðmonnum. Teir vunnu torføra útidystin í Bosnia við 2-0. Erik Hagen og John Arne Riise skoraðu málini hjá Noregi. Samstundis tapti Turkaland 0-1 heima ímóti Grikkalandi. Grikkar hava 25 stig, norðmenn hava 20 stig, og turkar hava 18 stig. Noreg og Turkaland leika í Oslo næstu ferð. Og tá kunnu norðmenn tryggja sær sessin í EM-endaspælinum.