Noreg og Russland mugu gera ser­avtalu um Barentshavið

Norðmenn og russar eiga at gera eina sínamillum avtalu um Barents­havið, áðrenn onnur lond fara at gera vart við seg har

Tá Kina, USA og onn­ur lond fara at gera vart við síni áhugamál í pól­havinum, kann tað verða ov seint hjá norðmonnum og russum. Tí eiga tey bæði londini at kvika sær at gera eina sínamillum avtalu um økið.
Tað heldur norski pro­fessarin Willy Østreng. Eft­ir hansara tykki er løt­an komin, at norðmenn og russar eiga at gera eina avtalu um alt sivilt virksemi í Barentshavinum.
– Vit eiga at fáa í lag eina avtalu, sum ásetir regl­ur fyri øllum sivilum virksemi í økinum, sum norðmenn og russar kunnu semjast um. Tað er tað einasta, sum vit kunnu gera, um vit skulu tryggja okkum ávirkan, tá stór lond sum Kina og USA og fleiri onnur lond fara at venda eygunum ímóti pól­havinum, segði Willy Østreng á einari ráðstevnu um vikuskiftið.
Hann vísir á, at pólhavið er tað einasta stóra heims­havið, sum ikki er gagn­nýtt enn, og at Noreg og Russland kunnu bjóða hin­um londunum upp í sam­starvið og á tann hátt fáa eina avtalu, sum verður galdandi fyri alt økið.
– Men taka vit og russar ikki tað fyrsta stigið, missa vit møguleikan at fáa okkara ávirkan, sigur norski professarin.
Ikki lætt
Willy Østreng heldur, at norðmenn hava ilt við at sleppa teirri gomlu vana­­­hugsanini frá kalda krígnum, men skulu norð­menn fáa nakra ávirk­an á viðurskiftini í Barents­havinum, noyðast teir at sam­starva við russar og at venda summum av teimum gomlu sameindu bakið.
Sjálvur heldur hann, at tað eigur at bera til at fáa ein sáttmála við russar um ta sivila virksemið í økinum. Hann vísir á, at londini bæði samstarva longu um fiskiskap, um­­hvørvi og tilbúgving í Barents­­havinum, og at hetta sam­­starv eigur at leggja lunnar undir upp­aft­ur størri sam­starv.
– Eingin skal kortini halda, at hetta letur seg gera eftir einum degi. Tað verður ein drúgv og áhald­andi tog­an, men hon verður neyðug, skulu vit fáa nakra ávirkan á við­urskiftini í okkara nær­umhvørvi, sigur Willy Østreng.
Eisini markið
Professarin heldur, at ar­­­beiðið við at fáa eina slíka seravtalu í lag kann hjálpa norðmonnum og russum við at loysa ymsar spurningar. Eitt nú heldur hann, at hetta arbeiðið kanska kann enda við, at londini kunnu semjast um ta endaligu býtislinjuna í Barentshavinum, sum tey hava verið ósamd um í meiri enn 30 ár.
– Tað er greitt, at vit fáa ikki miðlinjubýtið, sum Noreg hevur hildið uppá, ella landgrunnabýtið, sum Russland krevur. Tí má træt­an loysast við einari neyð­semju, sama um tað verður í ár ella um nøkur ár, sigur Willy Østreng.
Hann heldur, at kanska eiga norðmenn at taka málið um býtið í Barents­havinum upp, nú Vladimir Putin syngur sítt seinasta ørindi í Kreml, tí tað er lítið hugsandi, at ein nývaldur russiskur forseti er serliga hugaður fyri at taka tað upp.