FISKIVINNA
Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, ynskir eftir øllum at døma, at Noreg og Føroyar taka uppaftur samráðingarnar um nýggjan fiskiveiðisáttmála millum londini.
Samráðingarnar slitnaðu tíðliga í desember, tá Noreg tvinnaði samráðingarnar um býtið av felagskvotuni av makreli upp í samráðingarnar um árligu fiskiveiðiavtaluna, sum londini í fleiri ár hava havt sínámillum.
Føroysku samráðingarumboðini hildu upp á, at býtið av makrelinum einki hevur verið árligu samráðingarnar um fiskiveiðiavtalu at gera, men er ein spurningur fyri seg.
Nú bendir so alt á, at Noreg ynskir nýggjar samráðingar við Føroyar um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011.
Hetta kom fram í endanum av seinastu viku, tá Noreg vendi sær aftur til Føroya um samráðingar.
Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevur nú sent Fiskimálaráðnum áheitan um nýggjar samráðingar.
Í skrivinum sigur hon ikki eitt orð um makrel, men ynskir, at Føroyar og Noreg framhaldandi kunnu hava eitt gott fiskivinnusamstarv.
Lisbeth Berg Hansen spyr í brævinum, nær tað liggur fyri hjá Føroyum við einum fundardegi, og hvussu ein skrá kann koma at síggja út.









