Noreg fer at skifta landsliðsvenjara

Ståle Solbakken og Erik Hamrén eru favorittar at taka yvir sum nýggjur norskur landsliðsvenjari

Tað gongur einki serligt hjá Noregi í fótbóltshøpi fyri tíðina. Á seinasta styrkislistanum sum kom út, gekk tað so mikið illa, at Føroyar nú er farið framvið Noregi á styrkislistanum yvir landslið.

 

Ringa gongdin hevur sett stórt trýst á norska landsliðsvenjaran, Per-Mathias Høgmo, sum nú helst verður skiftur út.

 

Leingi hevur Ståle Solbakken verið settur í samband við norska landsliðsvenjarastarvið. Sum skilst er tað hann, ið fólkið í Noregi ynskir at fáa, men tað er ógvuliga ósannlíkt at hann fer at taka av, av tí at hann stórtrívist í venjarastarvinum í FC Keypmannahavn.

 

Ístaðin verður mett, at fyrrverandi svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén, sum eitt skifti var venjari í danska felagnum, AaB, er besta boðið uppá ein nýggjan norskan landsliðsvenjara.

 

Svenskir miðlar vita í dag at siga, at Erik Hamrén í morgun fleyg yvir til Oslo í Noregi, har hann sum skilst hevur havt samráðingar við norska fótbóltssambandið.

 

Hamrén sjálvur vísir tó aftur, at hann hevur verið til samráðingar í Noregi.

 

-       Eg var ein túr í Oslo, men tað hevur einki við landsliðsvenjarastarvið at gera, sigur Erik Hamrén við svenskar miðlar.

 

Erik Hamrén hevur eisini áður vant norska Rosenborg, og kennir tí væl til norskan fótbólt.