Tað vakti stóran ans í Noregi, tá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, fyrradagin segði, at eftir hansara tykki hevði tað verið gagnligt fyri Noreg at farið upp í ES, men at Noreg má fáa ávís undantøk í limaskapinum. Hvørji undantøk hann hugsar um, vildi hann ikki siga.
Men Bondevik eigur ikki at vera ov bjartskygdur. Týski uttanríkisráðharrin, Joschka Fischer, sum er ein tann fremsti talsmaðurin fyri einum sameindum Evropa, segði við Aftenposten í gjár, at høvuðstankin við samstarvinum er, at tað skal umfata øll viðurskifti hjá limalondunum.
- Tað er rætt, at tað finnast nakrar serskipanir, men um tað gagnar nøkrum, veit eg ikki, og eg kann heldur ikki døma um tað, segði Joschka Fischer.
Ein kelda í Berlin sigur við Aftenposten, at tað ber ikki til hjá ES at gera viðmerkingar til orðini hjá norska forsætisráðharranum, tí ES má fyrst fáa at vita, hvørji undantøk hann hugsar um, eitt nú um laksurin skal inn í sáttmálan, og um oljan skal haldast uttanfyri.
Norðmenn eru ósamdir um tað, sum Bondevik hevur sagt. Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, heldur, at tað var rætt av forsætisráðharranum at taka spurningin um ES-limaskap upp.