Kanningin umfatar heilsu og trivnað fyri kvinnur og børn, og hædd verður tikin fyri sjúkrarøkt, útbúgving og fíggjarligum møguleikum.
Eitt av stóru yvirraskilsunum er, at USA liggur heilt niðri á einum 28. plássi. Tað kemst av, at deyðstíttleikin fyri barnakonur er sera høgur fyri eitt framkomið land. Vandin fyri, at kvinnur doyggja í sambandi við barnsburð er fimm ferðir størri í USA enn í til dømis Bosnia, Grikkalandi ella Italia og tíggju ferðir størri enn í til dømis Írlandi, stendur í rapportini.
Áttinda hvør barnakona doyr
Í Afghanistan doyr fjórða hvørt barn, áðrenn tað verður 5 ára gamalt, og ein út av átta kvinnum doyr í sambandi við barnsburð og føðing. Í Danmark er hetta talið umleið ein út av 18.000. Størsti trupulleikin í tilafturskomnu londunum er serliga, at atgongdin til lækna og heilsustovur er sera avmarkað.
- Tíbetur kunnu vit siga, at hóast talið er óhugnaliga høgt, so er hetta ein trupulleiki, ið er lutfalsliga lættur at loysa. Vit skulu útbúgva fleiri kvinnur, sum kunnu geva vaksinur, antibiotika og greiða aðrar heilsuligar trupulleikar fyri barnakonur, nýggjar mammur og børnini, sigur Sita Michael Bormann í Red Barnet við BBC.
Hvørt ár doygga 8,8 milliónir av børnum, áðrenn tey fylla fimm ár, og hetta talið er alt, alt ov høgt, stendur í rapportini.
Tí verður heitt á heimsins leiðarar um at seta meiri av peningi til síðis fyri at minka um barnadeyðan og til at útbúgva kvinnuligar heilsuhjálparar í u-londunum.