Tað er val til norska stórtingið í dag, og upp undir valið boða allar veljarakanningar frá, at tað verður stjórnarskiftið í Oslo og atErna Solberg fer at avloysa Jens Stoltenberg sum forsætismálaráðharri.
Síðstu veljarakanningarnar, sum vórðu kunngjørdar leygardagin, siga, at stjórnarflokkarnir fáa 39,5% av atkvøðunum, og at teir fýra borgarligu flokkarnir fáa 53,5% av atkvøðunum. Tinggáttin er 4%, og sambært kanningini er grøni flokkurin við 3,6% tann størsti av teimum, sum ikki røkka upp um tinggáttina. Hesin flokkurin hevur ikki boðað frá, um hann fer at stuðla Jens Stoltenberg ella borgarliga veinginum.
Erna Solberg er formaður í høgra flokkinum, sum er nógv tann størsti borgarligi flokkurin. Um valúrslitið í kvøld fer at vísa seg at vera, sum kanningarnar hava bent á, so verður hon forsætisráðharri.
Erna Solberg atkvøddi í Bergen í morgun. Síðani fór hon til Oslo, har hon saman við leiðsluni í flokkinum fyrireikar, hvussu farast skal fram næstu dagarnar, tá ið nýggja stjórnin skal skipast.
- Eg havi kki skrivað takkartaluna, men eg síggi greitt fyri mær tað, sum eg skal siga, um valúrslitið verður, sum kanningarnar hava bent á. Men nú er tað týdningarmikið, at norski veljarin talar, og fyri meg og mín flokk er tað best, um hann atkvøður fyri høgra flokkinum, segði Erna Solberg fyrrapartin við norskar fjølmiðlar.
Hóast kanningarnar benda á greiðan borgarligan sigur, so er tað framvegis ávísur fjáltur á. Bæði tí mong hava sagt, at tey enn ikki hava tikið støðu, hvørjum tey fara at atkvøða fyri, og tí tað kann fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri blokkarnar báðar, hvørjir flokkar akkurát røkka upp um tinggáttina, og hvørjir ikki røkka inn á ting.
Tað eru 169 limir í stórtinginum. 150 eru umdømisvaldir, og 19 eru eykavaldir.