Norðurlendsk vitjan á Fjarlestrardeplinum í Vági

Endamálið var at kunna seg um hvussu deplin varð stovnaður, hvussu skipanin riggar og hvørjar tænastur hann bjóðar.

Mikudagin 24. februar var ein norðurlendskur granskingarbólkur, The Nordic Study Lab, sum hevur til endamáls at greina hvørjar royndir eru við at stovnseta og skipa fjarlestrardeplar í Norðurlondum.

 

 

The Nordic Study Lab fevnir um fólk frá undirvísingar- og fjarlestrardeplum í Norra, Svøríki, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Føroysku umboðanin er á Føroya Handilsskúla.

 

Endamálið við ferðini í Vági var at kunna seg um hvussu Fjarlestrardeplin varð stovnaður, hvussu skipanin riggar í dag og hvørjar tænastur Fjarlestrardepilin bjóðar. Granskingarbólkurin fekk eisini høvið at tosa við nøkur fjarlesandi á Fjarlestrardeplinum.

 

Áhugin fyri fjarlestri er vaksandi, bæði orsaka av at fleiri útbúgvingar verða bodnar út sum fjarlestur, og tí alsamt fleiri fólk hava áhugað í at taka útbúgvingar umvegis fjarlestur.

 

The Nordic Study Lab fer í samband við granskingarverkætlanina at geva út frágreiðing frá rundferðum teirra í Norðurlondum.

 

 

Kelda: vagur.fo