Norðurlendsk svimjikapping um vikuskiftið

Bestu ungu svimjararnir úr sjey londum fara um vikuskiftið at kappast í Gundadali

Tað bíðar stórt altjóða svimjivikuskifti fyri framman. Talan er um tvær norðurlendskar kappingar, sum í vikuskiftinum vera í Svimjihøllini í Gundadali.

 

Onnur er NJM, sum er fyri juniorar. Hetta eru dreingir, sum eru føddir í 1996-1997 og gentur, sum eru føddar í 1998-1999.  

 

Hin kappingin er Meistarastevnan fyri preseniorar. Henda seinna kappingin er fyri gentur, sum eru føddar 1995-1997, og fyri dreingir, sum eru føddir 1993-1995.

 

Kappingin verður fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Útlendsku svimjararnir koma henda vegin hósdagin, og fyrstu innleiðandi kappingarnar eru settar at vera fríggjadagin  klokkan 9.30.

 

Luttakararnir eru úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finlandi, Estlandi, Danmark og Føroyum.