Hesa komandi vikuna, 9.-15. november verður skipað fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni fyri 19. ferð. Ársins evni er "Vinalag í Norðurlondum". Sammanlagt luttaka yvir 200.000 børn, ung og vaksin í upplestrinum - t.v.s tvífalt so nógv sum vitja á Roskildefestivalinum! 2000 stovnar koma lesa upp úr sama teksti um somu tíð um øll Norður- og Baltalond.
Saman við samskipanarbólkunum velja Norrønu Feløgini ársins evni og bøkur til upplesturin. Saman gera vit eina hugskotsskrá við m.a. bókmentalista, uppskoti um filmar, eitt listaverk og annað tilfar, ið stuðlar upp undir upplesturin. "Hugsskotsskráin", ið er atkomulig hjá øllum, ið hava skrásett seg, ger tað ómakaleyst hjá øllum at skipa fyri bókasavnsvikuni, sum tey halda best.
Ársins upplestrarbøkur eru Vaffelhjarte eftir Mariu Parr fyri yngri børn, Skriva í sandin eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ung og Egils søga (úr Íslendinga søgum) fyri vaksin. Bøkurnar eru valdar út eftir ársins evni og endurspegla vinalag úr ymsum sjónarhornum. Vit leggja dent á, at tey norðurlendsku londini umframt sjálvstýrandi økini eru breitt umboðað, tá ið vit gera úrvalið.Vinalag um landamørk.
Norðurlendska bókasavnsvikan er eitt serligt tiltak, ið fer tvørtur um landamørk. Hon myndar ein heilt serligan felagsskap. Vinalag byggir brýr millum fólk og lond. At baltisku londini eru so áhugað í Norðurlendsku bókasavnsvikuni, ber boð um eitt sterkt vinalag millum Norður- og Baltalond.
Vinalag er eitt slag av felagsskapi, og vit vóna, at tit kenna aftur henda felagsskap sum bókasavnsvikan líður. Tá lisið verður upp úr sama teksti um somu, kanst tú hugsa um øll, ið tú ikki kennir, men at tit í lítlari løtu eru saman um upplivingarnar hóast stødd í ymsum londum. Norrønu Feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni og Norðurlendska Ráharraráðið stuðlar.










