Norðurlandaráðið heiðrar tey bestu

Finskur litteraturur, íslandskur filmur og umhvrvi, norsk barnaprosa og danskur tónleikur vórðu heiðrað, tá Norðurlandaráðið gav út fimm heiðrar í Stockholm í dag.

Finskur litteraturur, íslandskur filmur og umhvrvi, norsk barnaprosa og danskur tónleikur vórðu heiðrað, tá Norðurlandaráðið gav út fimm heiðrar í Stockholm í dag.

 

Finski rithøvundurin, Kjell Westø fekk prísin hjá Norðurlandaráðnum fyri bókina »Luftspejling 38«, tí hon »i en stemningsmættet prosa puster liv i et kritisk øjeblik i Finlands historie, som trækker tråde fremm til nutiden«, sum sagt verður.

 

Íslendski leikstjórin og leikstjóraskrivarin, Benedikt Erlingsson, og framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, fingu Nordisk Råds filmprís fyri »Om heste og mænd« tí tað er »en forbløffende original film med rødder i den lakoniske humor fra den islandske saga-tradition«.

 

Håkon Øvreås og Øyvind Torseter frá Noreg fingu Norðurlandarðaðsins barna- og ungdóms litteraturprís fyri b´kina »Brune«, tí hon »udfylder et tomrum mellem bøger for de mindste og ungdomsbøger. Det er en fortælling med klassiske kvaliteter, som samtidigt er med til at forny børnefortællingen i den norske og nordiske tradition.«

 

Danski komponisturin, Simon Steen-Andersen fekk Norðurlandaraðsins tónleikaprís fyri »Black Box Music«, tí tað er » et enestående og radikalt anderledes værk. Simon Steen-Andersen leger i et krydsfelt mellem komposition, inttallationskunst, elektronik og performance.«

 

Reykjavíkar kommuna fekk prísin hjá Norðurlandaráðnum fyri náttúr- og umhvørvi 2014, fyri »sit brede og langsigtede miljøengagement og sit målbevidste arbejde med miljøvenlig udnyttelse af drikkevand samt produktion av fjernvarme og el fra jordvarme.«

 

Prisurin frá Norurlandaráðnum er 350.000 krónur og varð handaður av vinnaranum síðsta ár í Stockholm.