Frá kl. 9:30 til kl. 16:00 í dag hevur Norðoya Sparikassi bjóðað kaffi og kransakøkur á øllum deildum sínum – hetta sum byrjanin til 95 ára føðingardag sparikassans, sum verður hátíðarhildin kring landið.
Sparikassin hevur varðveitt sín uppruna sum ábyrgdarsparikassi
24. september í 1919 varð samtykt at fara undir sparikassavirksemi sambært teimum ásetingum, sum frammanundan vóru góðkendar av handilsmálaráðharranum. Talan var um 40 ábyrgdarar í Klaksvík og hinum bygdunum í Norðoyggjum, ið tilsamans teknaðu 20.000 kr. í ábyrgdarfæi til Norðoya Sparikassi. Teirra millum vóru J. F. Kjølbro og bróðurin Dávur úr Gerðum.
Hópin av fólki hava verið á gátt í dag og heilsa uppá, har eisini hevur verið boðið kaffi og kransakaka og ymiskt annað leskandi. Teirra millum eisini borgarstjóri í Klaksvík, Jógvan Skorheim, ið sum so mong onnur eisini var boðin í útvarpsstovuna hjá Rás2, sum til høvið sendi frá Norðoya Sparikassa seinnapartin.
Sparikassin hevur eisini deildir í Fuglafirði, Runavík og Tórshavn. Í dag starvast 50 fólk í Norðoya Sparikassa.
Sjálvan føðingardagin, mikudagin 24. september 2014, hevur verið boðið kaffi og okkurt afturvið á øllum deildunum.
Í kvøld
verður almenn kvøldseta í Skúlanum við Ósánna klokkan 19.00, tá Marner Mortensen, stjóri bjóðar vælkomin.
Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssendingini Spískamarið, fer at borðreiða við góðum brellbitum, og høvi verður at njóta okkurt leskandi.
Fýra stuttir fyrilestrar. Tað eru Jóannes Hansen, Eyðun Andreassen, Jan Müller og Herálvur Joensen – sum hvør teirra fáa umleið eitt korter at fyrilesa. Eisini fara Hallur, Kristina og Beddi at syngja og spæla. Kvøldsetan endar klokkan 21.30