Norðoya Sparikassi í hevði 2021 avlop á 21,4 milliónir krónur áðrenn skatt, og tað sigur sparikassin seg vera nøgdan við.
Grundraksturin batnaði í 2021 og var 21,2 milliónir samanborið við 19 milliónir árið.fyri.
– Við einum styrktum grundrakstri er sparikassin betri mótstøðuførur í mun til eina møguliga afturgongd í búskapinum, sigur Norðoya Sparikassi í fráboðan.
Útlánini hjá Norðoya Sparikassa øktust úr 1.990 miliónir krónur upp í 2.025 milliónir krónur, og tað svarar til ein vøkstur upp á 35 milliónir ella 1,7 %.
Umframt útlánsvøksturin hevði Norðoya Sparikassi vøkstur í realkredittlánum upp á 35 milliónir.
Innlánini lækkaðu úr 2.469 milliónum niður í 2.464 milliónir, og tað svarar til eina lækking upp á 5 milliónir ella 0,2 %.
Gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa er gott. Við ársenda 2021 var lyklatalið fyri gjaldførið 261 % samanborið til lógarkravda gjaldførið á 100 %.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 29. mars.